faroe islands

Learn how to evaluate a Startup Case

Hugskotið skipar saman við Business Angels Norway og North Atlantic Business Angels Network fyri forkunnugum skeiði, har endamálið er at læra at virðismeta og gera íløgur í fyritøkur.

Undirvísarar á skeiðnum verða royndir íleggjarar frá Business Angels Norway, umframt Ben Arabo, stjóri í Framtak, og Kári Davidsen, løgfrøðingur við hollari vitan í vinnulívsrætti og fíggjargeiranum.

Harumframt fær tú møguleika at gerast partur av fyrsta Norður Atlantiska Business Angel netverkinum og netverka við íleggjarar og felags áhugaði.

Á skeiðnum verður komið inn á hesi evnir:

●        Hvat merkir tað at verða ein Angel Investor

●        Hugtøk innan ílegging

●        Løgfrøðilig viðurskiftir og Due Diligence tilgongdir

●        Hvussu tú screenar eina start-up fyritøku

●        Virðisásetingarhættir

●        Hvørjir faktorar ávirka virðið á eini fyritøku

Harumframt verður á skeiðnum netverkað við íleggjarar og fyritøkur.

Skeiðið verður hildið í døgunum 20. og 21. apríl á Hotel Brandan.

Kostnaður við miðmála hósdag og døgurða fríggjadag er 1695 kr. Tað er avmarkað pláss til skeiðið.

Meet the team

Sóley Heradóttir Hammer
Phone: (+298) 289333
Email: soleyhh@torshavn.fo

Súsanna Laursen
Phone: (+298) 213326
Email: susannal@torshavn.fo

SPEAKERS

Ben Arabo
CEO at Framtak

Jørn Lein-Mathisen
Angel Investor

Kári Davidsen
Lawyer at Faroe Law

Åsmund Mandal
Angel Investor

Rita Anson
Angel Investor / Training Manager

PARTNERS

For startups - signup

We are always looking for startups to pitch and seek mentorship with investment. From the moment of contact, coaching is available to prepare for pitching, refine ideas and begin growing what you already have.